Bogi Løkin fekk teir síðstu 23 minuttirnar á vøllinum, meðan Jónas Þór Næs spældi allan seinna hálvleik.
Føroyski landsliðsmiðvallarleikarin legði upp til seinasta málið í dystinum, tá hann pressaði ein mótstøðumann væl, vann bóltin og lat hann til Søren Weibel, sum skoraði sítt triðja mál í dystinum.
Sigurin hjá Frem er tann fimti í ár, men tað er ikki nóg mikið til at vera verðandi í deildini. Við 22 stigum og tveimum dystum eftir at spæla, eru teirra dagar í næstbestu donsku fótbóltsdeildini taldir. Næsta liðið omanfyri markið er Hvidovre, sum hevur 29 stig og sostatt hevur Frem ikki møguleika at røkka teimum, tá einans seks stig eru eftir at spæla um.











