Bogi Løkin hevur rist sítt navn fast í Eysturríki

Flestu eysturríkarar, sum hava fylgt væl við landsliðsfótbólti hava higartil kent nøvnini á tveimum føroyskum landsliðsspælarum, Torkil Nielsen og Jens Martin Knudsen. Torkil fyri málið í Landskrona, og Jens Martin fyri branddystin hann stóð í Landskrona við legendarisku topphúgvini á høvdinum. Í hesum døgum stendur nógv at lesa um ein 19 ára gamlan, arbeiðsleysan runavíking, sum ætlar sær at fara og lesa í næstum. Heimasíðan www.goal.com skrivar: ?Arbeitslos, aber nicht torlos? = ?Arbeiðsleysur, men ikki mál-leysur? í síni lýsing av unga NSÍ-spælaranum. Heimasíðan skrivar, at teir væl betaltu yrkisspælarnir hjá Eysturríki vóru skotnir í senk av einum ungum, arbeiðsleysum amatøri. Á www.laola1.at er ein samrøða við Boga Løkin. Har sigur Bogi, at tað var fantastiskt at skora 1-0 málið, og at hann er ovurfegin um hetta. Hann byrjaði á beinkinum, og hevði ikki væntað, at hetta fór at henda. Bogi sigur, at Landskrona-liðið og pápin, Abraham hava verið ein stór inspirasjón fyri hann, sum fótbóltsspælari. Bogi Løkin sigur eisini í samrøðuni, at hann hevur ein dreym um at gerast yrkisspælari uttanlands. Málið ger ikki møguleikarnar verri.