Feðgarnir Abraham Løkin, venjari, og Karl Løkin, leikari, fóru til ÍF undan kappingarbyrjan í ár.
Nú fer Bogi Løkin sama veg.
ÍF boðar frá á sínari heimasíðu, at landsliðsleikarin hevur skrivað sáttmála við felagið í Fuglafirði.
Miðvallarin hevur fingið sína uppaling í NSÍ, og hann hevur eisini fingið seg royndan í Frem. Løkin hevur spælt 10 dystir fyri danska felagið.
Bogi Løkin er 22 ára gamal, og hann hevur, sambært faroesoccer.com, spælt 128 dystir fyri NSÍ og skotið 24 mál.
Hann er skrásettur fyri 16 landsdystir og eitt mál fyri Føroyar.










