StÍF-Neistin 26-34 (13-15)
Strandingar vóru favorittar undan dystinum móti Neistanum í høllini á Skála mikukvøldið. Men tað vóru Neistamenn, sum fóru við øllum, ikki minst takkað verið málmansspæli í serklassa frá Boga Henriksen, sum spældi ein av sínum heilt góðu dystum.
Fyrstu løturnar av dystinum var annars lítið sum bendi á, at nakað óvæntað fór at henda. StÍF legði seg á odda 6-2, og tað sá heilt gott út hjá heimaliðnum.
Men so kom vend í. Bogi í Neistamálinum spældi seg heitan, og tá so Neistin flutti eitt sindur runt upp á fólkið í álopinum, fór at ganga hinvegin. Frá at vera aftanfyri 8-5 kom Neistin framum 9-8, og hóast StÍF kom framum aftur bæði 10-9 og 11-10, fekk Neistin síðsta orðið í hálvleikinum og vann hann 15-13.
Seinni hálvleikur byrjaði við at Ári Rouch kundi økja til bæði 16 og 17-13. Heimaliðið treivst illa í offensivu verjuni hjá Neistanum, og serliga gekk tað út yvir Jónleif Sólsker á miðjuni, sum Neistamenn sera væl megnaðu at halda niðri. So líðandi sum tað bleiv truplari og truplari hjá StÍF at fáa bóltin framvið Boga, øktist leiðslan hjá havnarmonnunum. Hvørki Agnar Højgaard ella John Petersen vóru við StÍF mikukvøldið, og í endanum av fyrra hálvleiki mistu teir eisini Sveinbjørn Poulsen, sum sá reytt. Honum var saknur í bæði sum strikuspælari í álopinum og sum sambindingarliður í verjuni, og tað sást skjótt, at her var einki at gera hjá heimaliðnum.
Heini Joensen og Kári Mortensen skoraðu í heilum, og munurin vaks til 32-23. Í seinastu minuttunum skolaðu málini inn í báðum endum, men tað var bert ein spurningur um, hvat endaliga úrslitið fór at verða. Vinnarin var langt síðani funnin, og tað var betra liðið, sum vann.
StÍF misti meir
enn Neistin vann
Fyri StÍF merkti tað helst, at FM-heitið nú er fokið, eftir at tað sá so gott út fyrr í ár.
Neistin hevur eisini mist sín FM-møguleika, men venjarin Andreas F. Hansen, sum var burturstaddur mikudagin og tí ikki var við, kann kortini fegnast um, at liðið kann spæla væl, hóast tað higartil bert er rokkið til eitt fimtapláss í kappingini. Bogi Henriksen spælir hvørt ár nakrar branddystir, og hetta var so ein av teimum, og tað var tað, sum grundlegði óvæntaða sigurin. So er spurningurin, hvussu langt hetta kann føra Neistan víðari, men við einum góðum málmanni og fleiri góðum skjúttum umframt einum venjara, sum man teljast millum bestu verjuspælarar í Føroyum, skuldi tilfarið verið til meir enn núverandi støðuna.
StÍF-Neistin
26-34 (13-15)
StÍF: Alexandur Johansen 6 (1), Artur Johansen 6 (1), Pauli Hansen 4, Marius Joensen 3, Bent Djurhuus 2, Elias Hansen 2, Jónleif Sólsker 2, Leivur Justinussen 1.
Neistin: Kári Mortensen 10 (2), Heini Joensen 9, Finn Mørk 4, Jákup Sverri Kass 3, Karl Oddmar Rasmussen 3, Ári Rouch 3, Svenning W. Hansen 2.
Ávaringar: StÍF 1, Neistin 3
Útvísingar: StÍF 6, Neistin 3
Reytt kort: StÍF 1
Dómarar úr Kyndli: Birgir Sondum & Gunnar Gregoriussen