Bogi heldur fram í Fuglafirði

Tá ið ÍF í fjør vann silvurkrónur í landskappingini, var danski Flemming Christensen venjari. Nú fuglfirðingar fyrireika seg til nýggja kappingarárið, er tað við Alberti Ellefsen úr Miðvági við stýrisvølin.

Í fjør var Bogi Lervig í Fuglafirði hjálparvenjari, og ÍF heimasíðan veit at siga, at Bogi heldur fram sum hjálparvenjari:

Bogi Lervig var ein av orsøkunum til, at alt gekk sum tað gekk í fjør. Bogi er ein sera dugnaligur hjálparvenjari, ið dugir øll síni ting til UG. Tískil eru vit sera glað og errin av at kunna avdúka, at hann heldur fram sum hjálparvenjari komandi kappingarár. ÍF og Bogi hava skrivað undir nýggjan sáttmála fyri kappingarárið 2013, verður sagt á ÍF heimasíðuni.