Bogi Hammer fyri seinastu ferð

(FSM 2014) 37 ára gamli Bogi Hammer tveitir leygarkvøldið handklæðið í ringin

Í annaðkvøld verður Føroya Sterkasti Maður(FSM) í KÍ høllini í Klaksvík. Talan er um eina av teimum mest spennandi kappingunum nakrantíð. Verandi FM vinnari er Bogi Hammer, meðan Jákup Súni Berg, sum vann í 2011 og 2012 er tøkur aftur eftir skaða.

 

Fyri 37 ára gamla Boga Hammer, so er talan um seinastu kappingina nakrantíð.

 

- Hetta er endin. Hetta er seinasta sprellið frá mínari síðu, so verður handklæðið tveitt í ringin. Eg havi ikki fyrireikað meg øðrvísi enn vanligt, men tá eg fór til viðgerð í vikuni, so hugsaði eg við mær sjálvum, at hetta er seinastu ferð eg skal gera hetta. So nú má eg finna upp á okkurt nýtt. Kanska skjóta leirdúgvur, sigur Bogi brosandi.

 

Í ár er ein grein lagt afturat, so tað teir fýra luttakarnir skulu kappast í sjey greinum heasferð. Fyri Boga Hammar verður sjeynda greinin í kappingini tann seinasta nakrantíð. Tá skal hann standa yvirfyri einum øðrum luttakar og stríðast móti honum. Her er ikki óhugsandi, at tað verður Jákup Súni Berg.

 

- Eg vóni bara, at eg eri á odda tá, so verið eg í góðum lag. Eg vóni bara at eg vinni, men satt at siga, so havi eg ongantíð vunnið Jákup Suna í slíkari kapping. Sjálvt um eg eri verandi vinnari, so haldi eg faktist at Jákup Súni er favorittur, sigur Bogi Hammer, sum ikki avskrivar hinar báðar luttakarnar, Bjarna Nielsen og Helga Lamhauge.

 

- Hetta er tættasta kappingin nakrantíð. Tað eru tríggjar ella fýra greinar, har allir kunnu vinna. Tað eru tríggjar greinar, har vit nøkunlunda vita hvør er sterkastur, men tá tað eru fýra stig at heinta, so kann blíva ótrúliga spennandi. Tí verður tað upp til tann sum er best fyri á degnum, staðfestur Bogi Hammer.

 

FSM kappingin byrjar klokkan 18. Myndafrásøgn verður at síggja á in.fo.