Bogi formaður

Byggi- og býarskipanarnevndin í Tórshavnar býráð hevur skipað seg við Boga Andreasen úr Tjóðveldi sum formanni og Elini Lindenskov úr Javnaðarflokkinum sum næstformanni.

Hinir nevndarlimirnir í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar býráð hetta skeiðið eru Levi Mørk úr Javnaðarflokkinum, Jógvan Arge úr Tjóðveldi og Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum.