Eitt av bestu føroysku kortunum í frælsum ítrótti er uttan iva Bogi Lenvig, sum longu hevur vunnið eitt bronsumerki. Hetta var á 5.000 metrum, og hósdagin skuldi hann so royna at renna seg í finaluna á 1.500 metrum.
Bogi var her í øðrum heati, og talan um eina spennandi renning, sum eisini var sera taktisk. Mesta partin av teininum fylgdust rennararnir í einum stórum bólki, men seinasta hálva umgangin fóru nakrir at draga frá. Bert tríggir teir fremstu vóru vísir í at koma í finaluna, og tá 100 metrar restaðu, var Bogi framvegis á fjóðra plássinum.
Her gjørdi hann tó ein ordans vørr, og fór spelandi fram við einum guernsey búgva, soleiðis at finalusessurin varð tryggjaður við eini tíð, sum var gott hálvt sekund betri enn hjá næsta manninum.
Finalan í kappingini varð runnin eftir evstamark okkara, so úrslitið av hesum má tíverri bíða til týsdagin.