– Eg eri stoltur at byrja sum stjóri og at betra um framtíðina innan heilsuøkið saman við mínum toymi, sigur Bogi Eliasen.
Hann hevur longu í fleiri ár arbeitt hjá Copenhagen Institute for Futures Studies.
– Nú fái eg størri møguleikar og størri rásarúm. Vit arbeiða serliga við at ráðgeva fyritøkum og stovnum innan heilsuøkið, sigur Bogi Eliasen.
CIFS er ein stovnur fyri framtíðarlæring, sum er í Keypmannahavn. Eini 25 fólk eru beinleiðis knýtt at stovninum og á deildini, har Bogi Eliasen verður stjóri, eru eini átta fólk.
– Harumframt eru nógv onnur fólk, eitt nú serfrøðingar innan ymisk øki, ið eisini er knýtt at okkara verkætlanum. Arbeitt verður tí nógv upp á tvørs. Vit eru við í nógvum ymiskum verkætlanum bæði í Danmark og aðrastaðni, og tí er eisini nógv samskifti aftur og fram, sigur hann.
CIFS hevur millum annað verkætlanir í øðrum Norðurlondum, í Eysturevropa og í Suðuramerika. Bogi Eliasen er knýttur at fleiri av hesum verkætlanunum.
Stovnurin hevur eisini verið partur av onkrari verkætlan í Føroyum.