Bogi Eliasen tekur við sum stjóri í altjóða felagsskapinum, Movement Health Foundation (MHF).
Bogi hevur seinastu 11 árini verið heilsustjóri á Instituttet for Fremtidsforskning í Keypmannahavn.
Eitt av høvuðsátøkunum hevur verið sonevnda Nordic Health 2030, eitt fleirparta samstarv í Norðurlondum um framtíðar heilsu.
Hann hevur harumframt staðið á odda fyri verkætlanum í Evropa, Latín Amerika, Miðeystri, Afrika og Asia.
Bogi situr eisini í fleiri altjóða arbeiðsbólkum, eitt nú WHO og World Economic Forum.
Hann var sjálvur ein av høvuðspersónunum handan stovnsetingina av Movement Health Foundation í 2020 saman við stóru altjóða fyritøkunum Siemens, Microsoft og Roche. Bogi Eliasen hevur verið nevndarlimur øll árini.
MHF hevur sum mál at menna heilsu í miðinntøkulondum, við fokus á hjarta- og krabbameinsjúkur og menning av talgildari heilsutøkni.