Bogi burturstaddur

Tað vakti eitt sindur av undran, at nýggi stjórin, Bogi Bendtsen, ikki var til staðar á tíðindafundinum. Tað var eingin stjóri at fáa eyga á til tíðindafundin hjá Eik Banka í morgun. Minnu gjørdist undranin ikki, tá Odd Bjellvåg einki svar hevði til, hví nýggi stjórin ikki var til staðar.

Hetta vísti seg kortini at vera in kiksari hjá Odd Bjellvåg, sum hevði yvirhoyrt spurningin. Bogi Bendtsen er nevniliga staddur í Danmark í arbeiðsørindum, og kundi av teirri orsøk ikki vera við á tíðindafundinum.

Eik Banki sigur, at aftrat sær hevur Bogi Bendtsen ein leiðslubólk við Finn Danberg, undirstjóra og fíggjarleiðara, og Øssur Skeel Nolsøe, lei?ari á vinnulívsdeildini og Marjun Eystberg, lei?ari fyri Su?urøki.