- Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2015 verður latin Boga Hansen tí hann á fyrimyndarligan hátt lýkur tey trý krøvini til heiðurslønina:
· miðlingin á høgum stigi til ein breiðan skara.
· íkastið, sum økir fatanina av gransking í samfelagnum
· fangandi og kjakkveikjandi miðling.
- Hann ber fløkt og mangan torgreidd granskingarúrslit um hav og veðurlag fram á ein einfaldan og til tíðir eisini skemtiligan hátt. Ongi háfloygd orð, men vanligt gerandismál, sum øll skilja. Harafturat dugir hann sera væl at mynda úrslitini grafiskt, so boðskapurin kemur greiðari fram.
Soleiðis ljóðaði partur av grundgevingini fyri, at Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, varð heiðraður fyri sína framúr góða almenna miðling.
Bogi Hansen, sum verður mettur sum ein av fremstu havgranskarum í heiminum, hevur givið tvær bøkur út áður, Havið í 2000 og Veðurlagsbroytingar í 2011. Hann fekk Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 2001 fyri bókina Havið.










