Bogi Berg, 19 ár

- Eg sat í bíðirúminum hjá læknanum, og har sá eg ein faldara frá Felagnum Blóðgevi.

Har stóð, at tørvur altíð er á nýggjum blóðgevum, og tí hugsaði eg, at eg kundi tekna meg. Eg eri frískur og havi tað gott, so hví ikki vera blóðgevi. Stutta tíð seinni vóru vit tríggir í flokkinum sum saman teknaðu okkum til at vera blóðgevar.