Hinvegin hevði mótstøðuliðið Lukasz Cieslewicz við á liðnum, og miðvallarleikarin hevði eisini onkra atsøkn móti málinum hjá Frem, tó uttan at fáa mál.
Dysturin endaði eisini málleysur og tað er lítil hjálp í niðurflytingarstríðnum hjá Frem, sum tykist vera tapt, hóast liðið framvegis hevur teoretiskan møguleika at yvirliva í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Tað kundi sæð út sum, at Bogi Løkin ikki heilt er inni í hitanum hjá venjaranum fyri tíðina, men soleiðis er ikki. Seinasta dyst byrjaði hann á beinkinum, men kom á vøllin í seinna hálvleiki. Í dag sat hann á beinkinum allan dystin. Men sum skilst fekk hann undan dystinum boð frá fysioterapeutinum um, at hann helst ikki skuldi spæla í dag vegna skaða.
Hesin skaði heldur honum eisini uttanfyri í morgin, tá U21-liðið hjá Frem spælir.
Hinir báðir føroyingar í Frem, Jónas Þór Næs og Andreas Lava Olsen, vóru als ikki partur av hópinum hjá Frem. Tó skal sigast um Andreas Lava Olsen, at hann er plágaður av skaða.










