Ein av ídnu B36 viðhaldsfólkunum, Bogi Simonsen, hevur longu tikið forskot upp á FM heitið 2014. Hann hevur nevniliga pyntað sær bilin við áskriftini “B36: Føroyameistarar 2014”. Tað eru øll ikki so glað fyri, men tað leggur Bogi einki.
Hoyr samrøðuna við Boga Simonsen við at trýsta á pílin undir myndini
Tað eru tvey umfør eftir av landskappingini og B36 er fýra stig fremst. Vinna teir komandi dyst móti B68 á Toftum um tvær vikur, so er meistarheitið heima.
- Eg ætlaði longu at pynta bilin eftir sigurin á ÍF, men valdi at bíða til aftaná tann dystin, sigur Bogi Simonsen og leggur afturat:
- Onkur hevur verið óður, men bara upp á tann góða mátan. Onnur halda tað er feitt, sigur Bogi.
Bogi hevur eisini stóra tiltrúgv til komandi ár.
- Eg havi gjørt soleiðis, at bara fýra talið skal skiftast út við fimm talið til komandi ár. Tað er blíligari upp á hendan mátin, so sleppi eg undan at skifta alt út, sigur Bogi Simonsen skemtandi.
Hann er tó eisini greiður yvir, at hann kann koma at standa eftir sum ein rukka.
- Eg veit væl, at eg kann standa eftir sum ein kempi stór rukka, men eg trúgvi so mikið nógv upp á tað, sigur Bogi Simonsen.
So er spurningurin um Bogi Simonsen er ov djarvur, ella um hetta er júst tað sum fótbóltur er - skemt og prik millum viðhaldsfólk og feløg.