Bogi Andreasen, sum er varaborgarstjóri í Havn, tekur í morgin sæti á tingi fyri Hanus Samró, løgtingsmann.
Bogi Andreasen verður í løgtinginum í góðar tríggjar vikur, meðan Hanus Samró er í USA á 67. ST-ársfundinum.
Hetta er triðju fer ferð, at Bogi Andreasen tekur sæti á tingi síðani løgtingsvalið í fjør.