Bogi Andreasen tekur nógv vald frá Tjóðveldi

Flokshoppararnir eru nógvir í føroyskum politikki. Serliga eru tað fólk, sum hoppa í Javnaðarflokkin, men í gjár váttaði Bogi Andreasen um­síð­ir tað, sum vit hava vitað so leingi, at hann skuldi stilla upp fyri Fólk­a­flokkin.

Fólkafloksmaðurin í Boga Andr­e­a­sen fylti nú meira enn full­veld­is­maðurin – og tí mátti hann bíta í grasið og boða Høgna Hoydal frá, at eisini hann fór at svíkja Tjóð­veldi – tó at hann fór aðra leið enn Sjúrður Skaale.
At tað loysir seg at hoppa flokk í flokk eru fleiri dømi um. Bogi Andr­e­a­sen hev­ur helst lær­umeist­aran ­Heð­in Mort­en­sen sum stóru fyr­i­mynd­ina. Bogi held­ur nógv av hon­­um, tað dyl­ur hann ikki fyri, so hví ikki royna somu snild­ir, sum Heð­in Mort­en­sen hev­ur roynt tvær ferð­­ir áður?
Sjúrður Skaale er eitt fekst dømi, Hel­ena Dam á Neyst­­­a­bø eitt annað og Krist­i­an Magn­­us­­sen eitt triðja.
Men millum Fólkaflokkin og Tjóð­veldi í Havn stend­ur nú á jøvn­­um. Við sein­asta val hopp­­aði Ják­up Sím­un Sim­on­sen úr Fólk­a­flokk­i­num í Tjóð­veldi, tó at hann ong­an­tíð var fólk­a­vald­ur fyri Fólk­a­flokk­in.
Nú lønir Fólkaflokkurin aft­ur við at taka Boga And­r­e­­as­en.
Javnvágin í Tórshavnar bý­ráð broyt­ist, tó at sam­gong­an ikki er í vanda. Áðrenn var tað 9-4 til samgonguna, nú verður tað 8-5, og tað broyt­ir alt nevndarbýtið í bý­ráð­num.
Vit mugu taka fyri givið, at tað ver­ð­ur Tjóð­veldi, sum miss­ir tað vald, sum sam­gong­an miss­ir, og so­leiðis má flokk­ur­in av við fleiri týðandi nevnd­ar­sessir.
Tann tyngsti er helst ann­ar sess­­urin í fíggjarnevndini. Har sita Jógv­an Arge og Mar­in Katr­ina Frý­dal. Annar teirra má nú víkja fyri fólk­a­floks­mann­i­num Boga Andre­a­sen.
Í mentamálanevndinin má ann­­að­­hvørt Jógvan Arge ella Ják­­up Símun Simonsen nú víkja fyri fólka­floks­mann­i­num Boga Andreasen.
Í Havnarnevndinin má Ják­up Sím­un Sim­on­sen ella Jógv­an Arge má nú víkja fyri fólk­a­floks­mann­i­num Boga Andre­asen.
Í teknisku nevnd má Mar­in Katr­ina Frý­dal ella Ják­up Sìmun Sim­onsen má nú víkja fyri fólk­a­­floks­­mann­­­i­num Boga Andreasen.
Borgarstjóri og vara­borg­ar­stjóri eru vald­ir fyri fýra ár. Var­a­borg­ar­stjór­a­sess­in ætl­ar Bogi Andr­e­a­sen at taka við sær í Fólk­a­flokk­in, sum nú verð­ur næststørst­ur eft­ir Javn­að­ar­flokk­in, og tí man halda seg eiga vara­borg­ar­stjór­a­sess­in – tó at hann er vald­ur við tjóð­veld­is­at­kvøð­um.