- Eg skilji ikki, hví Mark Joensen langar eftir Margarinfabrikkin, tá tað er júst hon, sum hevur fostrað teir bestu tónleikararnir vit hava, sigur Bogi Andreasen Á planetini í gjár segði Mark Joensen soleiðis:
- Tað er ikki undirvísing í kvøldskúlum ella Margarinfabrikkin sum virkar sum lopfjøl fyri ungar tónleikarar. Tað eru kappingar sum Prix Føroyar, Ársins Songrødd og annað, sigur Mark Joensen
Hesum er Bogi Andreasen, varaborgarstjóri, als ikki samdur við.
- Margarinfabrikkin, Musikkskúlin, Grót í Gøtu og líknandi felagsskapir skapa karmarnir til tónleikin, og hjálpa ungum tónleikarum fram. Tað er nevniliga í slíkum felagsskapum, at tónleikur verður skaptur, sigur Bogi Andreasen í viðmerking til hetta.
- Eg eri púra samdur í, at tað er stórur saknur í Prix Føroyum, men at fyrireikararnir av Ársins Songrødd upphevja seg við at langa eftir Margarinfabrikkini og Musikkskúlanum, tað kann bert verða tí at Mark er óvitandi um tónleika viðurskiftini í Føroyum, sigur Bogi Andreasen, ið setur spurnartekin við hvørjar tónleikarar Ársins Songrødd hevur fostrað.