Bogi Andreasen er fallin í Havn

Fyribils uppteljingin í Tórshavnar kommunu vísir, at Bogi Andresen er fallin. Hann hevur fingið 119 atkøvður. Men enn vanta tó brævatkvøðurnar, sum eru millum 12 og 1300 í tali.

Annika Olsen, borgarstjóri hevur fingið 446 atkvøður, eisini við tí fyrivarni, at brævatkvøðurnar vanta.

Enn stendur Fólkaflokkurin til at fáa tveir býráðslimir. Um so verður, so eitur seinni býráðslimur Birgir Nielsen, sum hevur fingið 145 atkøvður.

Hetta skal takast við tí fyrivarni, at brævatkvøðurnar ikki eru taldar og persónligu atkvøðutølini í hinum valstøðunum.