Júst samtykta fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu er í veruleikanum eitt týðandi stig framá fyri ítróttin í høvuðsstaðnum.
Býráðið hevur samtykt at yvirtaka tungu hallarleiguna hjá ítróttarfeløgunum, so feløgini kunnu gera tað, sum tey eru best til, nevniliga at skipa ítróttin fyri okkara ungu borgarar. Talan er um eina upphædd á 1.350.000 krónur, sum ítróttarfeløgini verða frítikin fyri at rinda í hallarleigu.
Hyggja vit so eftir, hvat býráðið hevur sett av til íløgur, so verður Gundadalshøllin útbygd og umvæld fyri 19 mió. krónur, og hetta fer at lyfta umstøðurnar í hesi høllina upp á eitt støði, sum ein nútíðar ítróttarhøll sjálvandi eigur at hava.
Somuleiðis verða umstøðurnar til bæði judo og borðtennis munandi betri komandi árini, tí byggjast skal afturat badmintonhøllini, so ítróttarfólk innan áðurnevndu ítróttargreinar fáa virðiligar karmar at íðka undir. Til hetta endamálið eru 7 mió. krónur avsettar.
Í Hoyvík verður farið undir at projektera fótbóltsvøll, sum fyribils 1 mió. krónur eru settar av til.
Eisini verður undir at fyrireika at byggja eina ítróttarhøll úti á Argjun, og har hevur býráðið gjørt av at seta 4,2 mió. krónur av í verandi fíggjarári.
Talan er um eina fíggjarætlan, har tey bleytu virðini fáa stóran ans. Av øðrum kann nevnast, at stórur tørvur er ádagstovnsplássum í Kollafirði, og tí skal nýggjur dagstovnur byggjast í bygdini. Til hetta hevur býráðið sett 10 mió. krónur av í ár
Hóast umraðfestingar eru gjørdar, eru tað serliga tvær stórar verkætlanir, sum fylla nógv á fíggjarætlanini hjá kommununi í ár. Nevniliga tann týdningarmikla Brúgvin umSandá og tann hart tiltrongdi Musikkskúlin, sum vit av álvara kunnu fara undir nú.
Sum býráðspolitikari eri eg sera fegin um, at vit hava eitt býráð, sum veruliga hevur sett sær fyri at betra umstøðurnar innan eitt nú tey bleytu økini í Tórshavnar kommunu. Tað er júst samtykta fíggjarætlanin eitt lýsandi dømi um.
Við býráðskvøðu
Bogi Andreasen , Fólkaflokkurin