Bogdan skal venja VB

George Bogdan Burcea, sum fyrr hevur vunnið Tjaldur upp á føroyska hondbóltstindin, skal vera venjari hjá VB næsta kappingarár.

Hann var sagdur úr starvi í Runavík í november í fjør.

 

Sudurras1.com skrivar, at Bogdan skal venja besta kvinnuliðið hjá VB, umframt at vera høvuðsvenjari hjá øðrum liðum í felagnum.

 

Egil Steintórsson hevur verið venjari hjá VB seinastu árini.