(Sjónbandabrot) Tað hendi nógv tíggju tey síðstu sekundini í fyrstu FM finaluni hjá monnum millum H71 og KÍF. Fyrst leggur KÍF seg á odda 23-22, men í evstu løtu fær H71 brotskast, sum Bogdan Florea sendir í netið.
Høllin í Hoyvík var stúgvandi full, tá H71 og KÍF mikukvøldið spældu fyrstu FM finaluna hjá monnum. KÍF var leingi omaná í dystinum, men seinastu minuttirnar kom H71 upp á javnt.
Dysturin endar 23-23. Úrslitið merkir, at vinnur annað av liðnum í Kollafirði í morgin, so verður tað liðið FM vinnari. FM finalan í morgin millum KÍF og H71 byrjar klokkan 16.00.
Undir greinini ber til at síggja tríggjar teir seinastu minuttirnar frá fyrstu FM finaluni. Tað er Rúni Joensen, sum tíggju sekund fyri tíð leggur KÍF á odda, og Bogdan Florea, ið javnar við brotskasti til endaliga úrslitið 23-23 í evstu løtu.
(Tað er H71video, ið eigur upptøkurnar, sum eisini eru at finna á nýggju heimsíðuni hjá H71, www.h71.fo)