Í Facebook-viðmerking um vikuskiftið skrivar Schandorff sera bersøgin, at verandi støða inniber vanda fyri, at Føroyar als ikki hava eitt bogaskjútta-landslið, tá oyggjaleikir eru á skránni næstu ferð.
- Vit hava ikki havt nakran vøll seinastu tvey árini, og tað heldur ikki í longdini. Áður hava vit skotið á Svangaskarði og á Tórsvølli, men har sleppa vit ikki framat longur. Vit hava skotið eitt sindur á Eiði, men tær umstøðurnar eru als ikki optimalar, og uttan nakra breyt ber illa til hjá okkum at kappast, sigur Schandorff.
- Skulu vit á oyggjaleikir í 2015, so skulu vit sjálvandi hava úttøkukappingar. Tær fáa vit illa havt í løtuni, og tað er sjálvandi ein stórur vansi.
Bogaskjúttarnir hava ofta verið teir, sum hava togað nógv heiðursmerki heim til Føroya á Oyggjaleikum. Metið var á Rhodos, har átta gull vórðu vunnin, men á mest sum øllum leikum hava skjúttarnir verið væl fermdir við metalli, tá kósin hevur verið sett heim.
Schandorff sigur, at tey hava tosað við umboð fyri myndugleikar, og tey vóna framvegis, at tað ber til at finna eitt økið, sum kann gerast til skjótibreyt.
- Eitt nú hava vit víst á fløtuna í Hoydølum, eitt øki, sum KÍF eigur í Kollafirði – men sum neyvan verður brúkt, nú høllin er komin, og á eitt øki í Kollfarðadali. Umframt at hava røttu støddina, skal breytin eisini venda suður og norður, so skjótast kann undan sólini. Og tað er okkara meting, at tað ber til at gera breyt við øllum hentleikum til bæði innan- og uttandura skjóting fyri einar fýra til fimm milliónir, sigur Schandorff Vang.