Í gjár skipaði Bogaskjótisamband Føroya fyri uttandura FM kapping á Tórsbreyt. Føroyameistari hjá Recurve kvinnum bleiv Sólgerð Henriksen, føroyameistari hjá Recurve monnum bleiv Absalon Hansen og Føroyameistari hjá Compound monnum varð Kaj Johannesen.
Bogaskjótisamband Føroya skrivar, at eðrið var gott, turt, við einum lotið ímótir. Umstøðurnar at skjóta á vóru av teimum allar bestu, og eru vit sera fegin og takksom fyri, at tað lat seg gera at uppliva útiskjóting, sum hon er, tá okkara skjúttar eru uttanlands í kapping.
Bogaskjóting, sum ítrótt, hevur í nógv ár verið heimleys, tá tað ræður um útiskjóting, og væntandi umstøðurnar hava ført við sær, at skipað skjóting uttandurða ikki hevur verið gjørlig. Tó so, hava tað verið hissini kappingar, tá okkurt øki hevur verið tøkt, og skjúttarnir hava tikið til takkar við tí tey hava fingið fatur á, um tað so hevur verið eitt grótbrot, ein graslíkisvøllur, sum ikki var í nýtslu, ella á onkrari trøð.
– Eftir hesa sera væleydnaðu kapping, er vónin styrkt, um at lív kann fáast aftur í skipaða útiskjóting. Vit vóna at slíkar umstøður verða okkum tøkar í framtíðini, um ikki á Tórsbreyt, so á líka skikkaðum vølli. Hendan ítrótt, sum í løtuni bert er ein vetrarítrótt, við inniskjóting, kann fáa heilt annað lív, um skipað útiskjóting gerst verðuleiki aftur, skrivar sambandið.
22 skjúttar luttóku í kappingini, 15 recurve skjúttar, 6 compound skjúttar og 1 barebow skjútti. Compound og barebow skjúttarnir kappaust á 50 metra frástøðu, meðan recurve skjúttarnir kappaust á 70 metra frástøðu.
Úrslitini hjá skjúttunum gjørdust hesi:
Recurve kvinnur:
Jastrid M. Jensen (T) – (237+233) = 470
Sólgerð Henriksen (V) – (223+187) = 410
Tóra Dinna Reynskor (V) – (210+163) = 373
Pernille Krogh (V) – (145+170) = 315
Svanna Dam (Ø) – (69+42) = 111
Fjórðingsfinala:
Pernille – Svanna : 6 – 0
Hálvfinala:
Jastrid – Pernille : 7 – 1
Sólgerð – Tóra Dinna : 6 – 0
Bronsufinala:
Tóra Dinna – Pernille : 6 – 4
Gullfinala:
Jastrid – Sólgerð : 0 – 6
Føroyameistari hjá Recurve kvinnum 2021 – Sólgerð Henriksen
##med2##
Recurve menn:
Hans Petur Højgaard (Ø) – (286+285) = 571
Oddmar Nielsen (Ø) – (283+274) = 575
Absalon Hansen (T) – (275+277) = 552
Eggaba Andreasen (V) – (273+266) = 539
Hans Bogi Ellefsen (V) – (273+240) = 513
Michael Feldballe (T) – (180+208) = 388
Baldur Unason Árting (T) – (213+165) = 378
Sigfríður Gaardbo Lützen (T) – (144+150) = 294
Oddmar Tróndheim (Ø) – (145+146) = 291
Meinhard Dam (Ø) – (169+118) = 287
Fjórðingsfinala:
Hans Petur – Sigfríður : 6 – 0
Oddmar – Baldur : 7 – 3
Absalon – Michael : 6 – 2
Eggaba – Hans Bogi : 7 – 1
Hálvfinala:
Hans Petur – Hans Bogi : 2 – 6
Oddmar – Absalon : 1 – 7
Bronsufinala:
Hans Petur – Oddmar : 6 – 0
Gullfinala:
Absalon – Hans Bogi : 6 – 2
Føroyameistari hjá Recurve monnum 2021 – Absalon Hansen
##med3##
Compound menn:
Jóannes Poulsen (Ø) – (344+343) = 687
Kaj Johannesen (Ø) – (342+341) = 683
Nikkel Petersen (Ø) – (338+339) = 677
Jógvan Niclasen (T) – (325+315) = 640
Magnus Djurhuus Joensen (Ø) – (317+308) = 625
Fjórðingsfinala:
Jógvan – Magnus : 132 – 131
Hálvfinala:
Jóannes – Jógvan : 141 – 136
Kaj – Nikkel : 140 - 139
Bronsufinala:
Nikkel – Jógvan : 141 - 136
Gullfinala:
Jóannes – Kaj : 143 – 144
Føroyameistari hjá Compound monnum 2021 – Kaj Johannesen
##med4##
Compound kvinnur:
Rakul Dam (T) – (265+264) = 529
##med5##
Barebow kvinnur:
Ann Lisa Pedersen – (222+195) = 417
##med##