Bogaskjúttarnir gjørdu bart

Bogaskjóting - Fimm gull­heiðurs­merki og trý silvurheiðursmerki var úrtøkan hjá fimm føroyskum boga­skjúttum, sum tóku lut í kapp­ing í Hetlandi um vikuskiftið

Talan er um 4th North Atlantic Archery Tournament kapp­ingina, sum verður fyriskipað ár­ini millum oyggjaleikirnar.
Luttandki lond vóru Føroyar, Hetland og Orknoyggjar.
Leygardagin var skotið OL-umfar, sum umfatar 72 pílar á 70 metrum.
Eggaba Andreasen, Vága­Skot, vann gull fyri recurve menn. Jastrid M. Jensen, Tambar, vann silvur í recurve kvinn­ur, Jógvan Niclasen, Tambar, vann gull í compound menn, og Rakul Dam, Tambar, vann gull í compound kvinnur.
Sunnudagin var fult FITA-umfar, sum umfatar 36 pílar á fýra ymiskum frástøðum – menn 90-70-60-30 metur, og kvinnur 70-60-50-30 metur.
Eggaba Andreasen gjørdi aftur um seg og vann silvur við 1127 stigum, sum er persónligt met. Jastrid M. Jensen vann gull við 1056 stigum, sum er persónligt met. Jógvan Niclasen vann gull í compound menn við 1338 stigum, og Rakul Dam vann silvur í compound kvinnur við 1240 stigum.