8 ungfólk hava luttikið í NUM-kapping í DK: Magnus Andreassen, Ragnar Mikkelsen, Odd Andreassen, Rógvi Larsen, Bogi Andreasen, Sirið Rein, Nikkel Petersen og Kaj Johannesen. Samanumtikið gekk hampuligt finaludagin, har tey fingu tvey føroysk met. Tá hugsað verður um, at bert Magnus og Kaj hava luttikið í so stórari kapping uttanlands áður, so kunnu vit verða sera nøgd við gongdina hjá skjúttunum, stendur at lesa á heimasíðuni hjá ÍSF.
Fyri okkara bestu skjúttar - Magnus, Kaj og Nikkel, var hetta eisini ein liður í fyrireikingini fram til úttøkukappingarnar, um at sleppa at luttaka í HM fyri ung í oktober mánað. Her hevur Magnus longu havt so mikið gott úrslit, at hann hevur klárað kravið. Kaj og Nikkel liggja eitt sindur frá, men hava teir tveir mánaðir at venja fram til endaligu úttøkuna, sum verður í seinasta lagi um hálvan september.
Ferðalagið kom aftur til Føroyar á middegi mánadagin.