Bogaskjúttar í gullregni

Tað valdaði ruðuleiki á bogaskjótibreytini í dag, tí uppteljingin av teimum mongu skotunum miseydnaðist. Fleiri mistøku vóru í uppteljingini, og í fleiri tímar vóru bogaskjúttarnir sendir til teljing.

 

Men tá ið úrslitið so kom, høvdu Føroyar tryggjað sær trý gullheiðursmerki, tvey úr silvur og eitt úr bronsu.

 

Annika Vang vann gull í recurve-kappingini hjá kvinnum, og føroysku liðini vunnu gull í bæði recurve og compound.

 

Hafturat vann Jógvan Niclasen silvur í compound, Sigrid Vang vann silvur í compound, og Absalon Hansen vann bronsu í recurve.