Sunnudagin 13. februar luttóku 5 ungir føroyskir bogaskjúttar úr feløgunum Ørvur og Tambar í innandura kapping í Danmark. Talan var um Fyns Cup 2005, og varð skotið í Tornbjerg Gymnasium við Odense. Kappingin var ein vanlig 12 metur kapping.
Føroyingar høvdu boðað frá luttøku í bólkunum recurve kadet gentur og compound kadet dreingir. Hetta eru ungdómar, sum fylla 14-16 ár í ár.
Í bólkinum recurve kadet gentur luttóku Annika Vang, Ørvur, og Jastrid Mathea Jensen, Tambar, báðar 15 ára gamlar. Gongdin hjá teimum var, at Annika í steðginum lá klárt á odda, ímeðan Jastrid hevði havt eina slaka byrjan og lá á triðja plássið. Tá kappingin var lokin hevði Annika vunnið við (274+278) 552 stigum. Jastrid hevði tikið seg fram við einum góðum seinna umfari og bleiv nr. 2 við (247+264) 511 stigum.
Í bólkinum compound kadet dreingir luttóku Súnfríður Jacobsen, 13 ár, Kaj Johannesen, 14 ár, og Kristoffer Andreasen, 13 ár, allir úr Ørvi. Hesir tríggir løgdu seg eisini á odda og vóru í hesi somu raðfylgju í steðginum, men vóru bert fá stig teirra millum, Súnfríður hevði 278 stig, Kaj 277 stig og Kristoffer 274 stig. Nr. 4 var síðan 10 stig longri afturi.
Seinna umfarið gekk somuleiðis væl. Súnfríður helt somu skjóting og vann kappingina við (278+278) 556 stigum og setti persónlig met. Hóast Kaj hevði ilt við at finna rætta stevið í byrjanini av seinna umfarinum, bleiv hann nr. 2 við (277+274) 551 stigum. Nr. 3 bleiv Kristoffer við (274+272) 546 stigum. Í hesum umfarinum vísti Kristoffer sera góða skjóting, men kann sigast, at eitt mistak og einki stig fyri tann eina pílin kostaði honum annað plássið.
Føroysku dreingirnir vóru fitt frammanfyri nr. 4 í kappingini, sum fekk 527 stig.
Hetta er fyrstu ferð, at føroyskir bogaskjúttar hava verið uttanlands og allir hava skotið seg til heiðursmerkir. Hesaferð enntá megnað at fáa øll heiðursmerkini í sama bólki og tvey tey bestu í einum øðrum bólki.