Arbeitt verður nú fyri at bøta um trygdina í tunlunum Norður um Fjall.
Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Nógv hevur verið funnist at ytrygdini í tunlinum og á fundi um tunlarnar í Hvannasundi herfyri, vísti Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari í Klaksvík á, at trygdin er ikki nøktandi.
Hann heldur, at eitt tað fyrsta, sum má gerast, er at seta bummar fyri munnarnar at forða fyri, at fleiri bilar fara inn í tunlarnar í eini støðu, har eitt óhapp, ella ein vanlukka, eru hend.
Hann vísir eisini á, at millumstøðir mugu setast upp, so at tað ber til at samskifta í tunlunum, og somuleiðis er neyðugt at útvega motorviftur at stýra roykinum við.
Trýst HER og les, hvat tilbúgvingarleiðarin heldur um trygdina í tunlunum
Nú Løgtingið viðger eina eina eykajáttan fyri í ár, ásannar Henrik Old, at umstøðurnar eru ikki góðar.
Hann sigur, at arbeitt verður við at fáa viðurskiftini í rættlag, men akkurát nær tað verður, vil hann ikki siga nakað um.
Men tað, sum liggur næst fyri, er at seta eina skipan upp við tunlarnar, sum skipar ferðsluna við stórum bilum, so at ferðslan við stórum bilum verður einvegis.
Les eisini: Gera ábøtur á tunlarnar Norður um Fjall
Tað merkir, at skipanin sigur frá, tá ið ein stórur bilur er í tunlinum, at forða fyri, at ein stórur bilur fer inn í tunnilin hinumegin frá. Sostatt skuldi sloppið undan, at stórir bilar møtast í tunlinum.
Nettupp tað hevur verið nevnt sum ein tann størsti trupulleikin í tunlunum Norður um Fjall.
Henrik Old sigur, at hetta er ein skipan, sum er roynd í Íslandi við góðum ursliti og tað fer at bøta nógv um trygdina.
Hann væntar, at ein slík skipan verður sett til um ársskiftið, ella har á leið. Men hvussu verður við øðrum skipanum, fær hann einki sagt um enn.