Børsen fær bót upp á 325.000 krónur fyri svik

Danska "Dagbladet Børsen" hevur fingið eina bót upp á 325.000 krónur fyri svik ímoti koronuhjálparpakka, sum National enhed for Særlig Kriminalitet, NSK, hevur givið blaðnum.

 

Mynd: Christian Lindgren/Ritzau Scanpix

NSK sigur í tíðindaskrivi, at málið snýr seg um mørkini fyri, »hvat eitt virki tilvitað hevur loyvi at gera við aðrari hondini fyri at ávirka inntøkur sínar negativt«, samstundis sum felagið biður um koronustuðul.

– Børsen er farið um hetta mark, og tað er orsøkin til revsimálið og bótina upp á 325.000 krónur, sigur NSK.

Bjarni Corydon, sum er bæði stjóri og blaðstjóri á Børsen – og sum annars er fyrrverandi fíggjarmálaráðharri í stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt, harmast málið og biður um umbering.

Bótin er tvær ferðir tað upphædd, sum blaðið ólógliga fekk sum stuðul.

/ritzau/

 

 

Mynd: Christian Lindgren/Ritzau Scanpix

Bjarne Corydon, blaðstjóri og stjóri á Dagbladet Børsen. Mynd: Søren Bidstrup/Ritzau Scanpix