Børnini ýldu av pínu

Børn, sum vassaðu í einum gomlum vatnbrunni í Havn í gjárkvøldið, komu illa fyri

 

 

 Í gjárkvøldið komu nøkur børn rættiliga illa fyri, tá ið tey fóru at vassa í gamla vatnbrunninum í Marknagili millum skúlaheimið og Ravnsoyargøtu.

 

Tað vísir seg, at brunnurin er illa dálkaður, men enn er óvist, hvørjum hann er dálkaður av.


  Og í gjárkvøldið fingu nøkur børn, sum vóru farin at vassa í hylinum øgiligan skriða á holdið.

 

Tað er vatnið í gamla vatnbrunninum, ið er illa dálkað, at tað elvdi til øgiligan skriða hjá børnunum, sigur Tórshavnar kommuna.

Húðin rodnaði og sviðin var so øgiligur at børnini ýldu av pínu og skriðaðu so nógv, at hol komu á holdið.


Børnini vóru koyrd á skaðastovuni alt fyri eitt.

Læknin kundi staðfesta, at vatnið er illa dálkað, og at hetta er orsøkin til skriðan.

Børnini er øll millum 3-7 ár.

Enn veit ongin at siga, hvørja dálking talan er um.
Tórshavnar kommuna mælir fólki frá at spæla og vassa í hylinum. Skelti eru sett upp í økinum. Serfrøðingar fara í næstum at kanna, hvørja dálking talan er um.

Vatnbrunnurin verður ikki nýttur til drekkivatn longur.