Børnini við til Grannakaffi í Klaksvík

Sigbritt við Neyst er ein av vertunum til júst hetta tiltakið, og hon sigur at endamálið við at hava eina løtu til børnini er at geva teimum kunnleika til at lívið eisini kann innihalda sjúku.

Fyrst í hesum árinum var nýggja tiltakið Grannakaffi, sum Krabbameinsfelagið hevur tikið stig til, almannakunngjørt. Fólk kring alt landið hava tikið væl ímóti tiltakinum og fleiri vertir stuðla við at lata dyrnar upp til kaffi, samveru, fyrilestrar, og ikki minst, við vón um fíggjarligan stuðul til krabbameinsfelagið.

 

-Tiltakið er ein liður í støðuga arbeiðnum hjá felagnum, men hevur sín uppruna í spurninginum “hvat kann eg gera fyri at hjálpa?” og tekur støði í tí, sum vit føroyingar frammanundan  duga serliga væl; at stákast og skipa fyri hugnaløtum, skrivar Krabbameinsfelagið.

 

Í Klaksvík eru eisini fleiri slík tiltøk á skránni í morgin, og eitt av teimum, sum verður í Brekkustovu, er eisini ætlað børnunum. Millum annað fara Steintór og Rakul Ró at framføra, Kaptein Gardar vitjar og søga verður søgd børnunum.

 

Sigbritt við Neyst er ein av vertunum til júst hetta tiltakið, og hon sigur at endamálið við at hava eina løtu til børnini, er at geva teimum kunnleika til, at lívið eisini kann innihalda sjúku.

 

-Tí hava vit gjørt tað so at fyrra helvtin av degnum serliga er til børnini. Vit halda dagin vera eitt gott høvi at vit eisini fortelja børnunum hvat hesin dagurin handlar um. Endamálið er at tey læra at vísa teimum umsorgan, ið hava tørv á tí, so tey í framtíðini ikki taka frástøðu. Og at vit sum børn og vaksin kunnu standa saman og gera mun, sigur Sigbritt við Neyst.

 

Hin heldtin av tiltakinum á Brekkustovu er ætlað teim vaksnu við fleiri samrøðum við fólki, sum hava upplivað krabba, og við livandi tónleiki.

 

Les meir um skránna á Brekkustovu í Klaksvík her