Børnini tekna søguna

Teknispælið er heitið á nýggjari tekni- og uppgávubók, sum er komin á marknaðin í dag

 

 

Teknispælið er ein málibók og villingarborg, sum er ætlað børnum, sum við blýanti ella við fingrunum skulu ferðast ígjøgnum eina livandi verð. Á leiðini ræður um at bjarga stjørnufiskum og finna lyklar, og soleiðis vinna fram víðari í spælinum

 

Tað er 21 ára gamli Rasmus Steintórsson Biskopstø, sum stendur fyri útgávuni, og hann sigur soleiðis um serstøku útgávuna.

 

- Júst liðugur á studentaskúla arbeiddi eg á barnagarði eitt skifti. Har fekk eg hugskotið, tá ið eg teknaði saman við børnunum. Sjálvur veit eg ikki um nakra líknandi bók, og í tilgongdini at skapa teknispælið, fekk eg sera jaliga móttøku frá bæði børnum og vaksnum, og harvið dirvið at gera Teknispælið til veruleika. Rasmus sigur, at í bókini eru ongi orð og stílurin kann minna eitt sindur um gomul telduspøl. Av somu orsøk kundi bókin lokka børnini frá telduskýggjunum, sum fylla meira enn ríkiligt í gerandisdegnum hjá okkum øllum.

 

Afturat sær hevur Rasmus havt Turið Kunoy at myndprýða og leggja tilfarið tilrættis.