Aftur í ár, er "Middagssangur á Trappuni" áðrenn setanina.
Tiltakið er gjørt, fyri at børnini eisini fáa møguleika fyri, at taka lut í okkara sangmentan á ólavsøku, okkara tjóðarhátíð.
Tað var Jensina Olsen, sum í fjør tók stig til tiltakið, og hon stendur eisini á odda í ár. Hon sigur soleiðis um tiltakið:
Í nógv ár, hava vit sungið midnáttarsang. Fólk savnast á Vaglinum og ljómurin hoyrist um allan býin. Er tað so ikki fittligt, at børnini áðrenn setanina, eisini syngja eina løtu?
Seinasta ár, varð hetta skipað fyri fyrstu ferð, og yvir túsund fólk leitaðu sær oman at syngja, fyri síðani at fara til setanina. Børnini syngja præludie og tey vaksnu postludie.
Børnini eru vælkomin til at tekna fløgg at hava við. Seinast vóru nógv fløgg at síggja, bæði stór og smá. Tá varð eisini eggjað til, at tekna flaggið, ið umboðar eins egnu tjóð. Tað gjørdist ein vøkur og fjøltáttað sjón.
Middagssangurin verður á trappuni 28. juli kl. 13.00.











