Børnini keða seg ikki á ovastevnu

- Tað verður nógv at fara til hjá børnunum á ovastevnu í ár, sigur Heidi Pedersen.

- Vit hava valt at gera nógv burtur úr at hava ymiskt áhugavert fyri børnunum. Vit fara at skipa fyri ymiskum av tí, sum hevur verið til teir barna-og familjudagar, sum barnagarðurin og ungdómashúsið Látrið hava skipað fyri seinastu tvey árini.

 

Tað sigur ein av limunum í ovastevnunevndini, Heidi Pedersen.

 

Og nógv ymiskt verður sanniliga at fara til hjá børnunum.

 

- Tað hevur onkuntíð verið roynt áður, og tað verður so aftur møguligt hjá børnunum á ovastevnu í ár at sleppa at síða. Síðingin fer fram á Eiðinum og oman móti fótbóltsvøllinum. Her verður spentur ein rennistrongur, og tað er eisini roynt áður, sigur Heidi Petersen.

 

Men tað nógva fyri børn fer at ganga fyri seg á Malarenda.

 

- Vit hava eina rúgvu av vitjanum frá barnagørðum kring alt landið um sumrarnar, og tað er nakað, sum bara veksur ár eftir ár. Tað gongur ikki vika, tá summarið nærkast, at ikki fleiri barnagarðar - og ofta fleiri um dagin - og vitja í Nólsoy. Eitt tað, sum teimum dáma best, er at fanga krabbar. Tað verður so eisini møguligt á ovastevnu hesaferð, sigur Heidi Pedersen.

 

Nógv annað verður eisini á skránni fyri børnum á ovastevnu í ár.

 

- Børnini sleppa at fiska, sjálvandi undir tryggum og skipaðum umstøðum. Aftrat tí verður møguleiki at hugna sær framman fyri einum báli, har vit fara at grilla skúmfidusar og sneisabreyð, sigur hon.

 

Umframt alt tað nevnda verður møguleiki hjá børnum at hoppa band og at krita á ovastevnu.

 

- Og sum rosinan í pylsuendanum verður eisini møguligt hjá børnum at renna og spæla í stórum luftbóltum. Hetta er eisini nakað, sum tey, ið hava vitja á barnadøgunum í Nólsoy áður, kenna til, sigur Heidi Pedersen.

 

Ovastevna verður í Nólsoy næsta vikuskiftið, 14.-16. august.