Børnini í Sørvági gingu yvir 4.500 kilometrar

Tey vunnu í harðari kapping við børn aðrastaðni

Skúlabørnini í Sørvági eru óvanliga røsk at ganga.

Tað hava tey nú fingið prógv upp á.

Nakað síðani útvegaði Fólkaheilsuráðið 700 skúlabørnum fetteljara og bjóðaðu teimum av at kappast ímóti hvørjum øðrum um at ganga mest í tríggjar vikur

Fólkaheilsuráðið sigur í dag, at kappingin var spennandi, men nú er avgerðin falllin

 

Tilsamans hava 36 skúlaflokkar talt fet allar tríggjar vikurnar og tá ið alt varð talt saman, var tað 6. flokkur í Sørvági sum vann.

Men  tað var í harðari kapping við hinar flokkarnir, sum vóru beint í hølunum á teimum.

 

Tríggir teir fremstu flokkarnir gjørdust:

1) Sørvágs skúli: 362.567 fet í miðal fyri hvønn næming í tríggjar vikur

2) Stranda skúli: 311.399 fet í miðal fyri hvønn næming í tríggjar vikur

3) Hoyvíkar skúli, 6. b: 304.935 fet í miðal fyri hvønn næming í tríggjar vikur

 

Sostatt hevur hvør av teimum 21 næmingunum í 6. flokki í Sørvági gingið tilsamans góðar 217 kilometrar hesar tríggjar vikurnar, ella tilsamans 4.557 kilometrar.

Men hetta er bara tað, teir gingu gerandisdagar, tí tey hava ikki talt fet um vikuskiftini

 

Vinningurin, børnini í Sørvági fáa, er ein jólakurv, ein gávupakki frá Føroya Tele, fimm fótbóltar og fýra málmanshandskar,  Bókina ”Børnini borðreiða” og atgongumerki til dystin ímillum Føroyar og Grikkaland á Tórsvølli í juni næsta ár.

Flokkarnir, sum vóru nummar tvey og trý fáa eisini bóltar, handskar og atgongumerki til Føroyar - Grikkaland.