Monika Stauss Joensen, ið hevur skrivað barnabókina - Bartal og Bjarni - sum Kristfríð Tyril hevur tikið myndirnar til og hevur sett upp, hevur verið ymsastaðni kring landið og greitt frá um bókina.
- Eg havi eitt nú verið á Klaksvíkar Bókasavni, har fleiri enn 100 børn vóru og lurtaðu. Eg havi eisini verið í Frítíðarskúlanum á Kambsdali og í Sands skúla, har tey yngstu børnini í skúlanum vóru og lurtaðu.
Undir vitjanunum hevur Monika víst myndir úr bókini á stórskíggja, og hon hevur greitt frá, hvussu bókin og myndirnar í bókini eru vorðnar til. Violinin hevur eisini verið við, og saman við børnum, lærarum og pedagogum hava tey eisini sungið jólasangir.
- Eg haldi, at børnini eru púrasta fangað í søguni. Tey hava lurtað við stórum oyrum, eins og tey hava verið ógvuliga hugtikin av fittu bamsu-myndunum í bókini, sigur Monika Stauss Joensen, sum fegnast um at kunna gleða nógv børn við bók síni.