Lars Larsen, sum í sínari tíð stovnaði og eigur kendu donsku Jysk-handilsketuna, greiðir nú frá, hvussu ættarliðsskiftið í milliardafyritøkuni skal fara fram. Tey bæði børnini hjá honum arva 90 prosent av fyritøkuni.
Tá Lars Larsen er farin foldum frá, verða tað tey bæði børnini hjá honum, Jacob og Mette Brunsborg, sum arva 90 prosent av felagnum.
– Tað hevur altíð verið soleiðis – og fer altíð at vera soleiðis – at bæði børn míni arva alt, leggur Lars Larsen dent á í samrøðu við Midtjyllands Avis.
Harvið avsannar hann søgur, sum hava gingið um, at ein grunnur skuldi arva meginpartin av Jysk, so valdið í felagnum í framtíðini lá hjá einum grunni og ikki hjá børnunum. Ein grunnur fær tó ein leiklut, men bara um neyðugt.
– Børn míni fara at eiga 45 prosent hvør í Jysk, og grunnurin fer at eiga 10 prosent. Men grunnurin tekur ikki við, fyrr enn eg eri farin higani, og einasta uppgávan hjá honum verður at taka til, um familjan ikki skuldi verið samd um avgerðirnar. Í slíkum føri verður grunnurin evsta vald, greiðari Lars Larsen frá, sum leggur dent á, at valdið fer at liggja hjá arvingunum.
– Prosentini í felagnum hava í síðsta enda alt at siga. Og børn míni fara at eiga 90 prosent av Jysk, sigur Lars Larsen við Midtjyllands Avis. Jysk-stovnarin hevur sum vera man avgerðarrættin, hvussu ættarliðsskiftið skal fara fram, og hann hevur skrivað eina frágreiðing upp á 24 síður, har hann í smálutum greiðir frá, hvussu ættarliðsskiftið skal fara fram, tá hann er farin foldum frá.