Seinasti dagurin á Summar Festivalinum hevur ikki júst fingið tí bestu byrjanina.
Veðrið var gott um middagsleitið og himmalin var klárur, men tað broyttist skjótt.
Í løtuni regnar illa, og tað hevur gjørt sítt til, at tað er lítið lív á festivaløkinum.
Tað er tó øðrvísi í høllunum, ið eru karmar um barnatiltøkini á festivalinum, ið hava fingið heitið Silvaland.
Í løtuni eru báðar hallirnar fullsettar av børnum, ið vitja tær ymisku hoppiborgirnar í KÍ-høllini, og lurta eftir framførslunum í Badmintonhøllini.