Summar Festivalurin bjóðar aftur í ár lívligt Silvaland
Í tríggjar dagar frá klokkan 15 til 20 bjóðar Silvaland føroyskum festivalbørnum spennandi og gott undirhald. Í ítróttarhøllunum í Klaksvík vera hoppiborgir, ballónrúm, stórir boingbóltar, andlitsmáling, teknistova, stuttlig toydýr, framførslur, livandi sangur og tónleikur, kappingar, klovnarí, skemt og dámlig samvera.
Við høvuðsinngongina til badmintonhøllina verður spælipláss, súkklubreyt og ríðing á føroyskum rossum.
Silvaland fevnir um báðar ítróttarhøllirnar, umframt súkklu og spæligarðin uttanfyri, og øll, sum hava armband til Summarfestivalin, kunnu spæla, súkkla, dansa, hoppa, flenna, ganga runt, njóta tónleikin og hugna sær á staðnum, sum einum lystir. Børn upp til 5 ár sleppa ókeypis í Silvaland.
Umframt aktivitetirnar verða eisini framførslur við eitt nú Bubu, Ævintýraferðini, Løkin Band, Jassunum og fleiri.