Børnini eiga jólaaftan í sjónvarpinum

- Jólaaftan fer sjónvarpið at senda allan seinnapartin til børnini, umframt at nógv annað verður á skránni um jólini annars, sigur Barbara Samuelsen.

 

Jólaaftan sendir sjónvarpið allan seinnapartin til børnini. 

- Bæði Sakin og Snipp Snapp eru latin í jólakápu og vísa vit millum annað ein part av spildurnýggju røðini um Pebba Grís. Eisini verður seinasti parturin av Stjørnudusti sendur tá. 

Mentanarleiðarin í KvF, Barbara Samuelsen, vísir á, at 1. jólamorgun verður lagt fyri við beinleiðis gudstænastu úr Dómkirkjuni, har vakrir horntónar eisini verða at hoyra. 

 

Út á kvøldið jóladag verður leitað aftur til drotningavitjanina í summar, og í sendingini verður fylgt við, tá flotta føðingardagsgávan til Hennara Hátign verður evnað til. 

- Eftir drotningina kemur fyrri partur av yndisligu jólakonsertini, Jól við Løkin.

2. jólakvøld verður eins og undanfarin ár farið upp á gólv. 

 

2. jólakvøld klokkan 20 verður forkunnugi, føroyski spælifilmurin, Illir Andar, vístur. Filmurin snýr seg um løgnar hendingar, sum fara fram í Sjónleikarahúsinum í Havn. 

Barbara Samuelsen sigur, at eftir óhugnan í Sjónleikarahúsinum fer sjónvarpið at senda seinna part av jólakonsertini, Jól við Løkin.

Meira um skránna kann lesast á www.kvf.fo