Børnini eiga Húsið

Sunnudagurin í Norðurlandahúsinum verður barnadagur burturav, og er hann fyrst og fremst ætlaður børnum í 4-10 ára aldri og foreldrum teirra.

Á skránni verða m.a fýra ymiskar konsertir. Kl. 14 fer Annika Hoydal at syngja løg av plátuni »Til børn og vaksin, frá Anniku«. Henda, ið varð útgivin í sjeytiárunum, verður av mongum kallað ein klassikari, og verður skjótt at fáa sum fløga. Við sær á pallinum hevur Annika tónleikararnar Herluf Lützen og Edvard N. Debess, ið spæla ávikavist guitar og bass.

Kl. 15.45 sleppa Pauli og Bára Hansen framat. Á skránni vera løgini um »Eplapetur«, og afturat sær hava tey bæði manningina úr trioini JazzOasis.

Tann triðja konsertin verður kl. 17.20, og har verða Anna Sofía Restorff, Pauli Hansen, Kristian Blak og Edvard Debess at hoyra. Løgini hjá teimum eru mest frá barnaplátuni »Syng bara við«.

Kl. 18.20 verður tann seinasta konsertin, har Kári Sverrisson, Kristian Blak og Edvard N. Debess framføra løg av barnafløguni »Øll hava veingir«. Hesum løgunum hevur Kári gjørt tey flestu av. .

Allar fýra konsertirnar, ið vara umleið hálvan tíma hvør, verða í Klingruni.

Sunnudagin verður tó alt Húsið ognað børnunum, og í Dansistovuni fer Katarina Nolsøe at siga frá um Dólga Hanus. Leikurin varir í umleið eitt korter, og hann verður spældur tríggjar ferðir, kl. 14.00, kl. 16.15 og kl. 18.00.

Av tí meira forkunnuga í undirhaldsskránni, kunnu vit nevna finska gandakallin Robert Jägerhorn, sum eisini vitjaði í Føroyum í 1995. Hann fer at vísa sína kynstur í tí stóra salinum kl. 15.00, kl. 16.35 og kl. 19.00.

Norðurlandahúsið leggur dent á, at tað als ikki er ætlanin, at børnini skulu sita still allan dagin og bara lata seg undirhalda, tí sum sagt eiga børnini alt Húsið sunnudagin. Umframt konsertirnar og sýningarnar verða nevniliga eisini tekni- og handarbeiðsverkstøð, har børnini sleppa at tekna ella virka okurt úr tógvi. Alt verður hongt upp, verður sagt úr Norðurlandahúsinum.

Eisini ber til hjá børnunum at verða pyntað og málað. Limir í MáF og Ungur MáF skipa fyri andlitsmáling og tí, ið hartil hoyrir.

Ein hugnaligur lesikrókur verður eisini, har børn og vaksin kunnu seta seg niður við eini góðari føroyskari barnabók. Hesum skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri, og eisini verður framsýning av barnafløgum, sum Plátufelagið Tutl skipar fyri.

Møguleiki verður at keypa okkurt leskandi fyri ein bíligan penga.

Atgongumerkini, sum eru galdandi allan dagin, kosta kr.20 og eru at fáa í Kunningarstovuni og í Húsinum.