Í morgun kannaði løgreglan ferðsluna við nakrar skúlar í Havnini. Endamálið var at kanna bilar, sum koyrdu børn í skúla fyri at vita um børnini sótu í trygdarbelti.
Tað er bilførarin, sum hevur ábyrgdina av, at børn, undir 15 ár, sita í trygdarelti. Er barnið undir 135 sentimetrar, skal bilførarin eisini syrgja fyri, at tað situr á barnastóli og at trygdarbelti er lagað til, so at tað hóskar til hæddina á barninum. Men í morgun vóru tað tveir bilførarar, sum ikki høvdu syrgt fyri tí. Sostatt fáa teir eina bót upp á 1.500 krónur, umframt eitt klipp í koyrikortið.
Annars hendi eitt ferðsluóhapp á Fútakletti í gjárkvøldið, har ein bilførari misti tamarhaldið á bilinum og rendi á bilaverjuna. Bilurin fekk nakað av skaða, men bilførarin slapp snikkaleysur.