Børnini á pall á festivalinum

- Undirtøkan í fjør var heilt góð, men stuttligt hevði verið, um enn fleiri meldaðu seg til hesaferð.

Fríggjadagin 13. juni, tá Sørvágs Country-og Bluesfestivalur er settur klokkan 17, sleppa børnini at royna seg á lítla palli.

 

- Ynskiligt er, at børnini velja ein country-ella bluessang at famføra. Treytin fyri luttøku er, at børnini sjálvi hava tónleikin við á geyma. Luttakarar eru eisini vælkomnir at hava guitara við sjálvi, um tað er ynskiligt.

 

Tað siga tey, sum standa aftan fyri Sørvágs Country-og Bluesfestival.

Lagt verður aftrat, at undirtøkan til tiltakið í fjør var heilt góð.

 

- Men, stuttligt hevði verið, um enn fleiri børn meldaðu seg til hesaferð, siga fyrireikararnir av tónleikatiltakinum í Sørvági.

 

Eins og undanfarnu ár verður aftur í ár hópur av ókeypis tiltøkum á festivalinum til børnini, bæði fríggjadagin og leygardagin - og longu hósdagin 12. juni verður Bassadagur á økinum.