Børn settu epli niður á Strondum

- Tá børnini koma fram við, er tað báturin, sum vekir størstan áhuga, tó at hann er við at detta sundur.

Í góðveðrinum í morgun settu børn epli niður á stykkinum oman fyri kommunuskrivstovuna hjá Sjóvar kommunu.

 

- Ein onnur velta er eisini við síðuna av hesari, og hon varð sett niður í góðari tíð. Hvussu henda veltan, sum børnini settu niður í dag, fer at roynast, verður spennandi at vita.

 

Sjóvar kommuna sigur, at sum altíð, tá børnini koma fram við, er tað serliga báturin Rósan, sum vekir størstan áhuga.

 

Soleiðis var eisini í dag.

 

- Ja, sjálvt um báturin nú er við at detta sundur, leggur kommunan aftrat.