Børn rullaðu egg

Hóast veðrið í dag hevur verið skiftandi við ælaveðri í løtum, hava børn rullað egg og hugnað sær ymsastaðni kring landið.

Hóast veðrið í dag hevur verið skiftandi við ælaveðri í løtum, hava børn rullað egg og hugnað sær ymsastaðni kring landið.

 

Í Nólsoy er vanligt, at børn og vaksin savnast til felags eggjarulling, og soleiðis var eisini í dag, haðani hesar myndir eru. Fólk hugnaðu sær saman hesa løtu úti í bønum.

 

At familjur, grannaløg ella heilar bygdir savnast at rulla egg seinnapart 2. páskadag, hevur verið vanligt gjøgnum mong ár.

 

Hóast páskirnar liggja ymiskt er hetta ein slík tíð á árinum, har veðrið kann vera rættiliga ymiskt og skiftandi. Okkurt árið bakar sólin um páskirnar, onnur ár liggur kavi.

 

Í dag var so eingin kavi, men heldur frískligt veður, og tað tóktist kalt.

 

Fyri tey, sum passaðu sær løtuna til eggjarulling millum ælini, royndist seinnaparturin tó hampiliga væl, og børn fóru glað heimaftur.