Børn okkara fara neyvan at verða stolt av okkum

Hetta kann koma okkum í ringt orð, og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar, heldur formaðurin í Javnaðarflokkinum

­– Vit skulu at gevast við øllum samhandli við Russland so leingi tey bumba Ukraina sundur og saman. Tað sigur Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarfloksins, og formaður floksins.  Tað er ein afturvendandi spurningur, hvørja støðu vit skulu hava til Russland, eftir innrásina í Ukraina.

 

Vit hava nógvan samhandil við Russland og útflyta vørur fyri einar 2,3 milliardir til Russlands um árið og tað er næstan ein fjórðingur av øllum okkara útflutningi. Hendan dagin, Løgtingið umrøddi spurningin, var Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, púra avgjørdur. Hansara støða er, at vit skulu ikki slíta samstarvið við Russland.

 

Les meiri um tað her:Føroyar skulu IKKI slíta samstarvið við Russland

 

Ein av teimum, sum er ósamdur við hann, er Aksel V. Johannesen, tí hann heldur, at vit eiga at taka frástøðu frá hesum upp á allar mátar - og hann heldur eisini, at tað hevði sømt seg fyri okkum at gjørt tað. Vit hava gjørt av at seta somu tiltøk í verk, sum ES ger. Men vit eru í teirri støðu, at tiltøkini hjá ES hava ongar sum helst avleiðingar fyri okkum tað allar minsta, tí tey snúgva seg um vørur, vit ikki útflyta til Russland.

 

Hann vísir á, at vit hava ein rættiliga stóran útflutning av matvørum til Russlands. Landsstýrið sigur, at ES tiltøkini umfata ikki mat, men javnaðarmaðurin sigur, at veruleikin er eitt sindur øðrvísi. Vesturheimurin boykottaði Russland í 2014, tá ið Russland legði Krim undir seg. Russland svaraði aftur við at banna teimum londum, sum boykottaðu Russland, at útflyta ávísar matvørur til Russlandr.

 

– Hetta kom væl við hjá okkum, og tað gagnnýttu vit eisini til fulnar – og tað gera vit enn. Í fjør útfluttu vit fisk til. Russlands fyri 2,3 milliardir og 23 prosent av okkara útflutningi. Aksel V. Johannesen spyr, um hetta er rætt. Hann vísir á, at allir føroyingar eru stoltir av okkara forfedrum, sum sigldu fisk til Onglands. Men hann heldur ikki, at vit høvdu verið líka stoltir, var tað Týskland vit sigldu til við fiski

 

– Fara okkara eftirkomarar at vera stoltir av okkum, nú vit selja fisk til Russlands, ímeðan teir bumba eitt ósekt fólk sundur og saman, spurdi formaðurin í Javnaðarflokkinum. Hansara støða er greið og hon er, at vit eiga at gevast við samhandlinum við Russland ímeðan tey bumba Ukraina sundur og saman, sum hann tók til. Vit eiga eisini at nokta russiskum skipum at brúka føroyskar havnir, heldur hann.

 

Hann ásannar, at tað fer at fáa búskaparligar avleiðingar. Men hann sigur, at alt snýr seg ikki bara um pengar. Tað er eisini ein spurningur um moral, etikk og menniskjansligheit. Tí eiga vit at gera tað, sum er rætt og finna aðrar marknaðir at selja til. Alarar hava funnið aðrar marknaðir og vit kunnu gera tað fyri makrelin, men hann ásannar, at tað kann vera ringt at. finna aðrar marknaðir fyri sildini.

 

Hann heldur, at tað kann koma okkum aftur um brekkur, at vit halda fram at selja til Russlands. Tey, sum eru givin at útflyta til Russlands, fáa eitt betri orð á sær, men vit, sum útflyta til Russlands, koma í ringt orð úti í heimi.

 

– Tað eru nógv dømi um, at brúkarar úti í heimi boykotta tey, sum samstarva við Russlands, og tað kann kann eisini verða okkara lagna, heldur Aksel V. Johannesen. Í longdini kann tað tískil verða eitt bakkast, at vit selja til Russlands, hóast tað, í løtuni, er ein fyrimunur, segði Aksel V. Johannesen.

 

– Venda vit tað blinda eygað til, og lata vera við at seta strong tiltøk í verk, er stórur vandi fyri at Russland eisini fer at gera seg inn á onnur grannalond. Tað kann fáa kríggið at breiða seg til eitt heimskríggj - og tað kann eisin raka okkum sera meint.

 

Hann ásannar kortini, at verður fiskiveiðiavtalan søgd upp, er vandi fyri, at Russland ásetir sær sjálvum nakrar stórar kvotur, og fer at fiska fyri lívinum fyri at breyðføða sítt egna fólk.