Børn og ung halda fram at forrita

Í Runavík hevur verið gjørligt at læra seg at forrita síðani farna heyst, og tað hevur eydnast somikið væl, at tey fara at halda fram.

Millum 30 og 40 børn og ung hava síðani farna heyst lært at forrita á Bókasavninum við Løkin, og tað hevur eydnast somkið væl, at avgjørt er at halda fram við skeiðnum.

 

Tað eru fýra sjálvboðin KT-fólk, sum arbeiða í føroysku KT-vinnuni, ið hava vegleitt og lært frá sær hvørt hóskvøld síðani september í fjør, skrivar heimasíðan hjá Bókasavninum við Løkin. Tey hava nú eftirmett skeiðið, og hendan var somikið góð, at avgjørt er at bjóða fram nýtt skeið komandi heyst.

 

- Undirvísarirnir hildu, at luttakararnir vóru sera ágrýtnir og møttu trúfast. Hóast tað var ymiskt, hvussu stór framstig luttakararnir gjørdu, so hava øll fingið eitt ávíst innlit í hvat forritan er. Umframt, at øll hava fingið møguleikan at menna sínar KT-førleikar, og nýggjar vinir við KT-áhugamálum, siga tey úr Runavík, og vísa á, at foreldur og borgarar eisini hava sýnt vælvild. 

 

- Fyriskiparar og bókasavnið hava eisini merkt eina sera dygga undirtøku og stuðul frá foreldrum og borgarunum sum heild. Nógv hava róst og víst takksemi um forritanarskeiðið, sum er eitt øðrvísi tilboð, enn tey vanligu innan ítrótt og tónleik, skrivar heimasíðan hjá Bókasavninum við Løkin.