Nú verður aftur høvi hjá børnum, ið hava mist foreldur ella systkin, at sleppa í bólkar at práta við onnur børn í somu støðu.
Í september skipar Berin fyri nýggju bólkum.
Berin er ein sjálvhjálparbólkur fyri børn og ung, ið hava mist foreldur ella systkin.
Higartil hava umleið 300 børn og ung ymsastaðni úr Føroyum verið við í hesum bólkunum.
- Afturmeldingarnar frá teimum, ið hava verið knýtt at Beranum, hava verið sera positivar. Tað, sum børnini og tey ungu, fyrst og fremst leggja dent á, er, at tey kenna seg ógvuliga einsamallan við sorgini, og at tað gevur teimum nógv at møta øðrum javnaldrum í líknandi støðu, sigur Alisa Hammer, sum er ein av bólkaleiðarunum.
Í einum slíkum felagsskapi uppliva børnini, at tað eru onnur, ið skilja teirra kenslur og tankar.
- Hetta er við til at gera tey meira opin fyri at seta orð á truplar tankar og kenslur, sum tey annars byrgja innan í sær sjálvum, og brynjar tey til at koma víðari, sigur Alisa Hammer.
Nýggju bólkarnir hittast hvønn mikudag.
Til ber at lesa meira á www.berin.fo