Børn í Hvalba samla pengar inn til flóttafólk

Pengarnir eru markaðir til flóttafólk, sum eru komin higar úr Ukraina

Um alt landið verður skipað fyri tiltøkum fyri at samla pengar inn til tey, sum eru rakt av krígnum í Ukraina. Nøkur flóttafólk úr Ukraina eru komin til Føroya, og nøkur av teimum eru eisini komin til Tvøroyrar.

 

Og nú hevur triði flokkur í Hvalba eisini tikið eitt tak fyri flóttafólk úr Ukraina. Tey hava gingið ørindi í hvørt húski í kommununi við brævi frá bygdaráðnum. Afturfyri arbeiðið fekk flokkurin eina lítla samsýning frá bygdaráðnum, og nú hava tey gjørt av lata 2.000 krónur til flóttafólk úr Ukraina. Peningurin verður latin til hjálparfelagsskapin Næstan á Tvøroyri, og hann er markaður til flóttafólkini úr Ukraina.

 

Børnini, sum hava samlað pengarnar inn, eru, Aftara rað frá vinstru: Boas Thomsen, Petur Kristian Berg, Andrias Højsted, John Benjamin Løvhøjten, Terji í Prestgarði og Pauli Norðberg. Fremra rað frá vinstru eru tað Emma Berg, Julia Roest, Elsa Norðberg, Klara Holm og Una Mellemgaard.